Innanlands

Annika Christensen lokið ph.d. um kvæði í føroyskari samtíð

Ritgerðin hjá Anniku, ið kallast “‘Kvæði í føroyskari samtíð’ Exploring Ballads as Popular Culture and Heritage in Contemporary Faroese Culture", kannar m.a., hvussu kvæðini hava tað í føroyska nútíðarsamfelagnum

Annika Christensen (Mynd: gransking.fo)

Annika Christensen (Mynd: gransking.fo)

2021-02-20 14:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Á heysti í fjør varð ph.d.-ritgerð hjá Anniku Christensen endaliga góðkend við University of Leeds. Ritgerðin, ið kallast “‘Kvæði í føroyskari samtíð’ Exploring Ballads as Popular Culture and Heritage in Contemporary Faroese Culture", er nú tøk á netinum.

Í ritgerðini verður kannað, hvussu kvæðini hava tað í føroyska nútíðarsamfelagnum. Serliga er tað í tónleiki, undirvísing og ferðavinnuni, at kvæðini hava havt ein áhugaverdan leiklut. Eisini verður hugt at, hvussu dansifeløgini halda fram at verja kvæðini og føroyska dansin sum livandi mentan, samstundis sum tey skulu fyrihalda seg til samfelagsligar og politiskar avbjóðingar.

Ritgerðin vísur eisini á, hvussu hendan serstaka mentanin verður varðveitt, endurnýggjað og arbeidd við í føroyska nútíðarsamfelagnum. Hetta arbeiðið ger seg galdandi bæði á tí almenna og politiska økinum, og tí samfelagsliga. Ritgerðin tekur upprunastøði í at samanseta tað søguliga í føroysku kvæðamentanini við samrøður og kvalitativa gransking og analysu.

Niðurstøðan í ritgerðini er, at tað krevur eitt áhaldandi arbeiði at tryggja, at kvæðini framhaldandi vera ein partur av livandi mentan í Føroyum, bæði við almennari fígging, gransking og undirvísing.

Meira kunning fæst á heimasíðuni hjá Granskingarráðnum, sum eisini hevur stuðlað verkætlanina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder