
Tað var ein brandrøða fyri uppskotinum hjá andstøðuni, sum Annika Olsen, tingkvinna fyri Fólkaflokkin, helt í tinginum fyri løtu síðani.
Talan er um uppskotini um sammóðirskap, sum eru til aðru viðgerð í løgtinginum í dag.
Annika Olsen segði, at hetta uppskotið als ikki er eitt etiskt mál. Talan er um eitt mál um mannarættindi, tí sambært henni er tað ein sjálvfylgja, at at samkyndar møður báðar fáa foreldramyndugleikan til eitt barn, sum er fingið við eftirgjørdum gitnaði.
Tað ber ikki til at skilja ímillum mannarættindamál, segði Annika Olsen millum annað.
Og eftir røðuna varð hon fagnað av andstøðutinglimum, sum gjørdu viðmerkingar til røðuna.
Sambandstingmaðurin Johan Dahl, sum hevur sagt seg vilja atkvøða fyri andstøðuuppskotinum, heitti beinleiðis á Anniku Olsen um at atkvøða eftir síni sannføring, tí tað er tað, hon kemur longst við.
Tingkvinnan fekk fleiri spurningar úr salinum, men vildi ongantíð siga, hvat hon fór at atkvøða. Hon virkaði ógvuliga vónbrotin yvir, at tað ikki er eydnast samgonguni at finna eina loysn á hesum máli áðrenn tað kom til tingið.
Hon segði seg eisini hava lagt eitt uppskot fyri samgonguna í morgun, men hetta vann ikki frama, segði hon vónbrotin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald