Mentan

Annika Hoydal við tónleikabólki á Ljósfest

Herfyri fylti Annika Hoydal 80 ár, men hon er framvegis sera virkin á føroyska mentanarpallinum, og 15. august framførir hon í Vági

Annika Hoydal (Savnsmynd)

Annika Hoydal (Savnsmynd)

2026-05-04 18:24 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Vikuskiftið 14. til 16. august verður Ljósfest í Vági, og fyriskiparar boða nú frá, at Annika Hoydal kemur at framføra.

Annika Hoydal kemur við tónleikabólki sínum at framføra í Vági leygarkvøldið 15. august, skrivar Vágs kommuna.

– Annika Hoydal er framvegis ein framúrskarandi sangarinda, sum við síni sermerktu rødd og nærveru á pallinum megnar at bergtaka áskoðararnar. Gjøgnum fleiri áratíggju hevur hon givið føroyskum tónleiki óteljandi skattir, sum framvegis liva millum fólk og verða sungnir við gleði.

– Herfyri fylti Annika Hoydal 80 ár, men hon er framvegis sera virkin á føroyska mentanarpallinum. Síðani miðskeiðis í sekstiárunum hevur hon virkað sum sangari, sangskrivari og sjónleikari bæði í Føroyum og uttanlands.

Frammanundan er greitt, at rokkbólkurin Norðkraft eisini fer at framføra á Ljósfestini 15. august.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder