
Í dag, tórsdagin 13/3 - fyllir Annika Olsen 50 ár. Góða Annika, mamma og pabba fara hervið at ynskja tær hjartaliga til lukku við degnum.
Takk fyri, at tú vilt halda dagin saman við tínum nærmastu, familju, kenningum, vinum og fólki, tú hevur arbeitt og arbeiðir saman við.
Annika er gift við Jacob Horn Nielsen og eiga tey tveir sera fittar synir, Markus og Bjarna. Annika er yngst av 3 systkjum: Elsa Maria, Martin Karl og tú, og øll hava tit nátt stór størv í samfelagnum og tænt samfelagnum á ríkiligan hátt. Tú ert yngst av børnum okkara, og bleiv tann av børnunum, sum kom at bera tann “arvin” víðari, (eftir pápa og abba), sum vit nevna “politikkin”. Tað er ein tungur arvur, og tað má eg siga, at har hevur tú borið prísin. Skulu vit liva í vónini og hopa, at ein glotti er fyri stavn, so vónandi loysa okur stavnsbandið í hesari samgonguni.
Annika, tú fórst sum ung úr Vági. Tú fór úr 9.flokki í Vágs skúla og niður til Danmarkar at íðka svimjing, ikki tí, tú hevði í fleiri ár spælt violin í musikkskúlanum í Vági og dugdi framúr væl at spæla violin og var boðin at koma við í unglingaorkestrið hjá symfoniorkestrinum. Eftir somu summarferiu valdi tú heldur at fara til Odense at svimja við Oslf og byrjaði samstundis at ganga á Sct Knuds Gymnasium í Odense, har tú tók studentsprógv. Svimjingin hevur verið ein stórur partur av tínum lívi, tú dugdi næstan av svimja, áðrenn tí dugdi at ganga. Tá ið svimjihylurin lat upp í Vági í 1979, gjørdi tú ikki mætari enn at leypa beint í hylin, bara 4 ára gomul. Eftir hetta var svimjihylurin títt næsta heim, og tú gjørdist føroyameistari yvir 100 ferðir og slóð eina røð av føroyskum metum. Eisini á oyggjaleikum vanst tú fleiri medaljur fyri Føroyar. í 2021 svamst tú um Nólsoyarfjørð, 46 ára gomul og uttan serligar fyrireikingar, og er hetta besta prógvið um, at tað tú setur tær fyri, tað gjøgnumførir tú.
Eftir studentsprógviði 1994 fórst tú uttan steðg at lesa á Universitetinum í Odense. Eftir at tú vart liðug sum cand. mag. og hevði virkað nakað í Odense, søkti tú starv á Kambsdali, og harfrá fórst tú til Havnar, har tú bæði undirvísti á Handilsskúlanum, í Hoydølum og á Fróðskaparsetrinum.
Ì Havn fingu mætir menn fatur á tær, og tú lat teg stilla upp á listan til eitt býráðsval í Havn. Tú bleiv vald, og so gekk tað politiska lívið bara víðari.
Títt politiska lív hevur nógvar positivar og góðar søgur at fortelja. Tú sat í nógvum býráðs - og løgtingsnevndum eisini sum formaður. Tú bleiv vald sum borgarstjóri í 4 ár í Tórshavn, sum tú kláraði sera væl.Sjálvandi megnar man onki sjálvur, men eitt tað fremsta málið, tú setti tær fyri at røkka, var at byggja ein 50 m svimjihyl í Havn, ein høll, sum í dag má teljast í millum heimsins flottastu svimjihøllum. Nógvir eru varðarnir, sum ikki skulu nevnast her, men at tú ynskir úrslit, ivast ongin í.
2 ferðir hevur tú sitið, 8 ár tilsaman, sum landsstýriskvinna, fyrst sum landsstýriskvinna í innlendismálum frá 2008-2011 og síðani sum landsstýriskvinna í almannamálum frá 2011-2015. Tíðarskeiðið frá 2011-2015 vart tú eisini norðurlendskur samstarvsráðharri og varaløgmaður, og var tí fyrsti kvinnuligu varaløgmaður í Føroyum. Í 2022 vart tú valt á løgting fyri Tjóðveldi og situr nú í uttanlands- og vinnunevndini, sum tær dámar ser væl, tí netupp hesi øki, hava altíð havt tín størsta áhuga.
Skal tað henda, sum bløð og ikki minst Dagur og Vika spáða um, at Føroyar verða eitt sjálvstøðugt land, ein inniligt mál, so hevði tað verið eitt mál, sum Annika alt sítt politiska lív hevur droymt um. Stuttligt hevði verið, um hetta hevði kunnað verið veruleiki, meðan tú enn ert virkin í politikki.
Mamma og pabba fara hervið at ynskja tær alt tað besta og ynskja, at tú fært eina hugnaliga og væleydnaða veitslu, og at Jesuspápin verður við tær og øllum tí, sum tú kemur at takast við frammyvir.
Hjartaliga til lukku við teimum 50 árunum
Mamma og pabba
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald