Ráðstevnan WEFTA 2019 verður í løtuni hildin í Føroyum. Tað er Fiskivinnugransking, sum saman við Fiskimálaráðnum skipar fyri altjóða ráðstevnuni.
WEFTA savnar serliga ungar evropeiskar granskarar, sum granska í fiski til matna.
Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, hevði móttøku fyri teimum oman fyri 100 luttakarunum, sum eru komnir til Føroyar á ráðstevnuna, skrivar Tórshavnar kommuna.
Evnini á ráðstevnuni eru:
1. Virðisskapan úr uppsjóvarfiskasløgum og botnfiskasløgum (vinnuligur partur)
2. Burðardygg alivinna – heilsugóð framleiðsla í dag og í framtíðini
3. Alt í land – einki burturkast í fiskiskapinum og framleiðsla av framkomnum vørum úr restrávøru (biorefining)
4. Heilsuágóðar at eta fisk og tiltøk at fáa fólk at eta meira sjógæti (marine based food).
5. Matvørutrygd, og hvussu slepst undan skeivari merking so sum sporføri v.m. (authenticity)
6. Mikro- og makro-tarar og framtíðar nýtslumøguleikar.
7. Framkomnar tøkniligar framleiðslur, og hvussu ymiskir framleiðsluhættir ávirka góðskuna á fiskavørum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald