Innanlands

Annika Olsen: Fólkaflokkurin brúkar diktatur og valdsmisnýtslu

- Tey kunnu gott taka ein løgtingsstól frá mær og harvið mítt starv, men tey koma ongantið at taka mina rødd, sigur Annika Olsen um Fólkaflokkin

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2022-01-05 22:32 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Nú hevur formaðurin i Fólkaflokkinum, tvey fyrrverandi landsstýrisfólk og løgtingsformaðurin blakað meg úr tinginum.

Tað skrivar Annika Olsen í einari Facebook-støðudagføring í kvøld. Hetta kemur stutt eftir at Fólkaflokkurin hevur kunngjørt nýggju landsstýrisfólkini, sum taka yvir eftir Jacob Vestergaard og Elsebeth Mercedis Gunnleysdóttur.

Árni Skaale verður landsstýrismaður í fiskivinnumálum og Sólvit Nolsø fer at umsita almannamál.

Hetta eru tveir menn uttan fyri tingbólkin, og Annika Olsen kemur tí ikki inn á ting aftur sum fast varafólk, sum hon hevur verið seinastu tvey árini í samgongu.

Tey koma ongantíð at taka fría tankan frá mær
Orðini frá Anniku Olsen um sín fyrrverandi flokk, eru ikki mjúk.

- Tey kunnu gott taka ein løgtingsstól frá mær og harvið mítt starv, men tey koma ongantið at taka mina rødd. 

Tað er málið um sammóður sum hevur elvt til rokið í Fólkaflokkinum, og Annika Olsen tykist ikki at angra nakað.

- Tey kunnu gott seta meg i skammikrók og gera meg til syndabukk, men skommin er teirra fyri ikki at hava handlað, ti tey høvdu allar møguleikar, men ongan vilja at loysa málið um sammóðir. Tey kunnu gott spilla meg út, karaktermyrða meg, persónsforfylgja mær og brenna meg á báli alment, men tey koma ongantið at taka fría tankan frá mær, skrivar hon.

- Tey kunnu stremba eftir at útihýsa fólkum úr okkara lóggávu, men eg komi so leingi eg livi at arbeiða fyri, at i lógini eru vit øll javnbjóðis sett. 

Annika Olsen endar støðudagføringina soleiðis:

- Tey kunnu gott brúka diktatur og valdsmisnýtslu, tað riggar kanska eina løtu, men fólkaræðið kemur at sigrað, altið!

---

(Dagføring 5. januar 2022 kl. 23:22: Síðani hesin tíðindastubbin varð lagdur út, hevur Annika Olsen broytt sína støðudagføring og rættleiðir, at hon ikki er blakað úr flokkinum, men er blakað úr tinginum.)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder