Innanlands

Annika Olsen: Fløskumóttøkuskipanin eigur at vera meira brúkaravinarlig

Tað skal verða lættari hjá borgarum at sleppa av við øllum fløskum og íløtum, heldur Annika Olsen, sum hevur sett landsstýrismanninum í umhvørvis- og vinnumálum fyrispurning um evnið

Annika Olsen, tingkvinna fyri Fólkaflokkin (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Annika Olsen, tingkvinna fyri Fólkaflokkin (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-05-29 14:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Vit eiga at fáa eina meira brúkaravinarliga fløskumóttøkuskipan, har borgarin kann lata allar sínar fløskur og íløt inn á einum stað.

Tað heldur Annika Olsen, tingkvinna fyri Fólkaflokkin, sum hevur spurt landsstýrismannin í umhvørvis- og vinnumálum, um hann tekur undir við at fáa eina felags móttøkuskipan, og um hann ætlar at endurskoða kunngerðina um pant, sum kom í gildi í 2007.

Í løtuni taka allir handlar ikki ímóti øllum fløskum og íløtum men bert ímóti teimum, sum handilin sjálvur selur, og úrslitið av hesum er, at fløskur verða settur uttan fyri fløskumóttøkuna, koyrdar á brennistøðina ella beint út í náttúrina, sigur Annika Olsen.

– Tað er ein sannroynd, at jú lættari man sum borgari kann sleppa av við rusk, tómar fløskur og íløt v.m., jú meiri fyribyrgir man, at hetta endar úti í náttúruni. Borgarar gera javnan vart við, hvussu lítið brúkaravinarlig fløskumóttøkuskipanin er í Føroyum, at man er noydd/noyddur at renna frá “Peri til Pól” fyri at sleppa av við fløskurnar.

Annika Olsen hevur tí sett Helga Abrahamsen, landsstýrismanni hesar spurningar:

1. Hevur landsstýrismaðurin nakra ætlan um at endurskoða kunngerðina nr. 54 um íløt, úrdrátt og pant frá 31. mai 2007?

2. Heldur landsstýrismaðurin, at skipanin við fløskuinnsavnan virkar fullvæl í dag, og metir hann, at hon tekur atlit at brúkarunum?

3. Tekur landsstýrismaðurin undir við at fáa eina felags móttøkuskipan fyri fløskur, og at hesar móttøkuskipanir verða skipaðar kring landið?

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder