Innanlands

Annika Olsen framvegis stuðul í lokalfelagnum

- Hon hevur nógv góð úrslit at vísa á, og hevur enn nógv gott at geva flokkinum framyvir og tí eigur hon avgjørt eitt pláss í flokkinum, sigur nevndin í Havnar Framburðsfelag. Lokalfelagið váttar eisini, at Sólvit Nolsø er upp á tal sum landsstýrisfólk

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-01-04 23:59 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Annika Olsen hevur framvegis sín stuðul í lokalfelagnum í Havn hjá Fólkaflokkinum. Tað sigur Havnar Framburðsfelag í einari fráboðan í kvøld.

- Vit stuðla Anniku Olsen, sum hevur verði ein góður politikkari fyri Fólkaflokkin og hevur nógv góð úrslit at vísa á. Hon hevur enn nógv gott at geva flokkinum framyvir og tí eigur hon avgjørt eitt pláss í flokkinum, verður sagt.

Tann heilt stóri spurningurin í føroysku politikki í løtuni er hvussu Fólkaflokkurin fer at telva seg út úr stríðnum, sum tók seg upp eftir málið um sammøður varð samtykt.

Tingbólkurin hevur verið í tvíningum, og samstundis skulu tvey landsstýrisfólk finnast fyri Jacob Vestergaard og Elsebeth Mercedis Gunnleysdóttur, sum søgdu sínar sessir frá sær og fóru aftur í tingið. Hetta fyri at fáa Anniku Olsen úr tinginum. Tað eydnaðist tó ikki, tí Heðin Zachariassen valdi av hesi orsøk at fara í farloyvi, sum gjørdi at Annika Olsen kom inn aftur, og kundi atkvøða fyri málinum um sammøður.

Sólvit Nolsø er upp á tal
Í Degi og viku varð sagt, at Sólvit Nólsø er upp á tal til ein landsstýrisess. Hetta váttar Havnar Framburðsfelag. 

- Tað gera vit, tí vit halda tað verða umráðandi, at flokkurin setur yngri fólk við og á tann hátt framtíðartryggjar flokkin. Sólvit er ein ungur maður, sum vit meta kann verða ein góður politikkari fyri flokkin, sigur Havnar Framburðsfelag.

Ein annar ungur maður, sum sambært Degi og viku er upp á tal til landsstýrissess er toppskorarin úr Klaksvík. Við sínum 998 atkvøðum á valinum seinast er hann ovast á listanum, og vildi tí verið eitt sterkt umborð fyri flokkin. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder