Innanlands

Annika Olsen meldað seg úr Fólkaflokkinum

Hon sigur seg ikki hava neyðuga uppbakningin ímillum ting- og landsstýrismanningina, sum reelt stýrir flokkinum

Annika Olsen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Annika Olsen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-11-11 19:18 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Annika Olsen hevur í kvøld boðað frá, at hon meldar seg úr Fólkaflokkinum, visti Dagur og vika fyri løtu síðani

Nógv rok hevur verið um Anniku Olsen og Fólkaflokkin og á floksleiðslufundi í gjár varð avgjørt, at Annika Olsen slapp at stilla upp, um hon ynskti tað.

Men tað ynskir hon ikki.

- Áftaná eina langa og sera umstrídda tilgongd innanhýsis í Fólkaflokkinum og aftaná drúgva umhugsunartíð, havi eg í dag valt at fráboða, at eg ikki longur eri limur í Fólkaflokkinum, boðar Annika frá í skrivi.

Øll fráboðanin er soljóðandi:

Takk fyri meg 

Aftaná eina langa og sera umstrídda tilgongd innanhýsis í Fólkaflokkinum og aftan á drúgva umhugsunartíð, havi eg í dag valt at fráboða, at eg ikki longur eri limur í Fólkaflokkinum.  

Seinastu 21 árini hava eg og fleiri við mær, herímillum Christian F. Andreasen, Heðin Zachariasen, Brandur Sandoy og Sólvit Nolsøe umframt saman umboðum í  Havnar Framburðsfelag og nú fyrrv. formanni i Huxa, miðsavnt arbeitt fyri teimum aðalhugsjónum, ið mynda stevnuskrá Fólkafloksins og fyri, at Fólkaflokkurin kann vera ein rúmligur flokkur við pláss fyri ymiskum áskoðanum. Hesir persónar hava, eins og fleiri undan teimum, lagt frá sær. Eg havi ikki neyðuga uppbakningin ímillum ting- og landsstýrismanningina, sum reelt stýrir flokkinum, til at fremja tann politikkin, sum eg og onnur við mær hava ynskt fyri Føroyar. 

Eg vil av øllum mínum hjarta takka teimum, ið hava stuðlað mær í Fólkaflokkinum øll hesi árini og teimum, sum saman við mær í Fólkaflokkinum hava arbeitt miðvíst fram ímóti einum frælsum, framkomnum og sosial liberalum samfelagi. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder