Innanlands

Annika Olsen vælkomin at stilla upp fyri Fólkaflokkin

Um Annika Olsen og valfelagið hjá Fólkaflokkinum í Havn ynskja tað, so er Annika Olsen vælkomin á fólkaflokslistan til løgtingsvalið

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2022-11-10 22:25 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Floksleiðslan er komin til niðurstøðuna at um Annika Olsen ynskir at stilla upp og Havnar Framburðsfelag ynskir at stilla upp, er hon vælkomin til tað.

Tað staðfesti nýggi formaðurin í Fólkaflokkinum, Beinir Johannesen, á Hotel Brandan í kvøld, tá hann hitti miðlarnar stutt eftir, at tað varð greitt, at hann var nýggjur formaður. 

[object Object]Annika Olsen er ikki partur av floksleiðsluni í Fólkaflokkinum, og var tí ikki á fundinum í kvøld (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Fyrr í kvøld visti Kringvarpið at Heðin Zachariasen og Sólvit Nolsø ikki stilla upp aftur eins og fyrrverandi formaðurin Christian Andreasen heldur ikki fer at stilla upp aftur til løgtingsvalið 8. desember.

- Um teir koma á aðrar tankar og hava hug at stilla upp, so eru teir vælkomnir til tað, sigur Beinir Johannesen.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder