Innanlands

Annika royndi til tað síðsta at finna eina loysn

Men Miðflokkurin vildi ikki víkja frá síni støðu – og so valdi Annika at trýsta á grøna knøttin

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2021-12-13 17:28 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

- Tað var vilji hjá mínum egna flokki og hjá Sambandsflokkinum at ganga ynskjum mínum á møti, men Miðflokkurin var ikki til at víkja.

Soleiðis segði Annika Olsen í dag eftir atkvøðugreiðsluna, tá uppskotið um sammóðirskap, varð samtykt við 17 atkvøðum fyri og 16 ímóti.

Annika Olsen átti avgerandi atkvøðuna. Sambandsmaðurin Johan Dahl hevði frammanundan boðað frá, at hann fór at atkvøða saman við andstøðuni.

Royndi at finna eina loysn
Tá Annika Olsen tíðliga undir viðgerðini á tingi í dag helt eina brennandi røðu, har hon talaði fyri uppskotinum, tá vildi hon tó ikki siga, um hon fór at atkvøða fyri ella ímóti.

Men í røðu upplýsti hon eisini, at hon í morgun hevði gjørt eina roynd at finna eina virðiliga loysn, sum hon kundi ganga við til.

- Eg ynskti at fáa eitt lyfti frá samgonguni um, at mann var sinnaður at koma við eini lýsn, sum kann tryggja tey børn, ið hesi uppskot snúgva seg um, so at tey fáa somu rættindi, sum onnur børn.

- Eg má siga, at tað var vilji til hetta frá bæði mínum egna flokki, Fólkaflokkinum, og frá Sambandsflokkurin. Men tann triðji flokkurin var ikki til at vika.

Ongin áhugi at ganga henni á møti
Annika Olsen sigur, at orsøkin til, at hon ikki vildi upplýsa fyri tinginum hvat hon fór at atkvøða, var fyri at halda møguleikanum opnum fyri, at samgongan kundi koma við onkrum meðan tingviðgerðin fór fram í dag.

Men einki kom fram – tað vóru bara miðflokkatingmenn umframt tey bæði, ið atkvøddu saman við andstøðuni, sum tóku orðið vegna samgonga undir viðgerðini í dag.

- Tá onki hendi, so valdi eg at fylgja míni sannføring og atkvøða fyri uppskotinum, segði Annika Olsen.

Hvør lagnan hjá samgonguni er, og somuleiðis lagnan hjá Anniku Olsen í Fólkaflokkinum, er framvegis óvist. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder