Uttanlands

Annika Smith afturvald í Keypmannahavn

Fekk gott túsund atkvøður á kommunuvalinum týsdagin

2021-11-18 08:05 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Føroyska Annika Smith, sum seinasta valskeiðið hevur sitið í býráðnum í Keypmannahavn, varð afturvald á kommunuvalinum týsdagin.

Annika Smith fekk 1.002 persónligar atkvøður, vísir fyribils valúrslitið, sambært Danmarks Radio. Talan er um eina lítla afturgongd fyri Anniku Smith, sum fekk 1.138 atkvøður fyri fýra árum síðani.

Hon varð sostatt vald sum hin fimta av seks umboðum hjá Socialistisk Folkeparti. Tað eru tilsamans 55 fólk í borgaraumboðanini, sum býráðið í danska høvuðsstaðnum verður kallað.

Enhedslisten er við 15 umboðum nú størsti flokkur í býráðnum í Keypmannahavn. Flokkurin fekk 24.6 prosent av atkvøðunum, altso setti fjórði hvør borgari í danska høvuðsstaðnum sína atkvøðu á Lista Ø.

Sosialdemokratiet gekk aftur við fimm umboðum, og hevur nú 10 sessir í borgaraumboðanini. Men flokkurin varðveitir borgarstjóran í landsins størstu kommunu. Sophie Hæstorp Andersen verður nýggjur yvirborgarstjóri. Síðsta valskeið var hon forkvinna fyri høvuðsstaðarregiónina.

Konservativi flokkurin er nú triðstørstur í Keypmannahavn við 8 umboðum, tey radikalu og SF fingu 6 umboð, Venstre 5, Alternativet 2 og Liberal Alliance, Nye Borgerlige og Dansk Folkeparti fingu hvør sítt umboð.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder