Innanlands

Ansa eftir at baklyktin er tendrað – annars fært tú bót

Ferðsluløgreglan hevur givið bøtur og klipp í koyrikortið

2022-03-15 09:47 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ferðsluløgreglan gjørdi um seg í gjár, og tað vóru fleiri bilførarar, ið vórðu funnir sekir í ikki at hava hildið ferðslulógina.

Í Havn var ein bilførari, ið fekk bót fyri ikki at hava tendrað baklyktirnar. Tað er soleiðis, at baklyktirnar á flestu bilum, ikki tendrað eins og koyriljósini framman, tá bilurin verður settur ígongd. Hetta skal gerast við at tendra kontaktina til lyktirnar.

- Tað er brot á ferðslulógina. Tí er áheitanin á allar bilførarar um at tryggja sær at lyktirnar lýsa, eisini tá tú setir teg í ein arbeiðs- ella leigubil, sigur vakthavandi á politistøðini.

Gjørdar vóru eisini kanningar av ferðini í gjár. Tveir bilførarar fingu klipp í koyrikortið. Í Eysturoynni var ein bilur máldur at koyra 110 kilometrar um tíman og í Sundalagnum 106. Ein bilførari, sum varð máldur at koyra 99 kilimetrar um tíman, har mest loyvda ferðin eisini er 80, slapp við eini bót.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder