Klokkan 22 jólaaftan er størst vandi fyri at fáa hjartatilburð, vísir ein svensk kanning.
Sambært svenskum granskarum er 24. desember tann dagurin á árinum, har flest hjartatilburðir henda. Vandin at fáa hjartatilburð økist við 37 prosentum jólaaftan.
"Vanliga er størri vandi fyri at fáa hjartatilburð um morgunin, tað er heldur óvanligari um kvøldið. Sostatt er 24. desember ein heilt serligur dagur, sigur" Hans Erik Bøtker, professari á Århus Universitetshopsital við DR.
Kanningin vísir ikki, hvør orsøkin til økta talið av hjartatilburðum jólaaftan er. Hetta kann hava nakað at gera við, at 24. desember er ein serstakliga kensluborin dagur.
"Tað kann vera kenslurnar, sum elva til hjartatilburð. Hetta kenna vit aftur í sambandi við stór ítróttartiltøk ella jarðskjálvtar," sigur Bøtker.
Ein onnur orsøk kann eisini vera jólamaturin.
Kanningin vísti eisini, at sum heild eru tað fólk yvir 75 ár, ella fólk við hjartasjúkum ella øðrum sjúkum sum eitt nú diabetes, sum eru í størst vanda.
Tí er umráðandi at halda eyga við eldru familjulimunum ella teimum, sum hava hesar sjúkur.
Serliga hesum eiga vit at halda eyga við:
- Hevur viðkomandi pínu í bringuni
- Er viðkomandi illa fyri sum heild
- Kvalma, sum møguliga hevur við sær, at viðkomandi spýr
- Er viðkomandi um at svíma
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald