Uttanlands

Anthony Fauci: Sambandið millum meg og Trump var ikki gott

Hóast fyrrverandi amerikanski forsetin ikki lurtaði eftir ráðum hansara, umhugsaði ovasti heilsuráðgevin hjá amerikansku myndugleikunum ongantíð at fara frá

Ovasti heilsráðgavin hjá amerikansku myndugleikunum, Anthony Fauci (Mynd: EPA)

Ovasti heilsráðgavin hjá amerikansku myndugleikunum, Anthony Fauci (Mynd: EPA)

2021-01-25 11:26 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ovasta amerikanski heilsuráðgevin og leiðari fyri amerikanska National Institute of Allergy and Infectious Diseases, Anthony Fauci sigur, at sambandið millum hann og Trump hevur verið vánaligt síðan koronafarsóttin byrjaði at gera um seg fyri einum ári síðani.

Í longri samrøðu við New York Times sigur hann, at tað serliga var smittuútbrotið í New York City í vár, sum gjørdi greitt, hvussu stórur munurin var millum teir.

Fauci greiðir frá, at hann royndi at greiða forsetanum frá, hvussu álvarsom støðan var, men hvørja ferð svaraði Trump, at hann ikki helt tað vera so ringt.

Eitt, sum heilsuráðgevin eisini helt vera ørkymlandi var, at Trump ókritiskt lurtaði eftir fólkum úr fyritøkum, og síðani fór hann at kunna um serligar viðgerðir móti korona. M.a. royndi hann fleiri ferðir at kunna um hydroxyklorokin, eitt evni, sum seinni vísti seg ikki at rigga móti smittuni.

[object Object]Fyrrverandi amerikanski forsetin, Donald Trump, og Anthony Fauci síggjast her eftir ein tíðindafund í mars 2020 (Mynd: EPA)

Anthony Fauci greiðir frá, hvussu hann royndi at greiða Trump frá um tilgongdina at góðkenna heilivág.

– Eg royndi t.d. at greiða honum frá, hvussu mann finnur útav, um okkurt riggar, við at gera kliniskar royndir, við at innsavna dátur og fáa ein serfrøðing at meta um tær. 

– So segði hann: 'Nei, nei, nei, nei, nei, nei, nei, hetta riggar faktiskt'.

Í samrøðuni við New York Times sigur Fauci, at hann ongantíð umhugsaði at fara frá, men kona hansara nevndi møguleikan.

Anthony Fauci er 80 ár og sambært Ritzau hevur hann arbeitt fyri amerikanska heilsumyndugleikarnar í meira enn 50 ár. Hann veit ikki enn, hvussu leingi hann ætlar sær at vera verandi í starvinum, men hann sigur, at hann fegin vil verða verandi, til farsóttin er bart niður.

placeholder
placeholder