Í dag letur ein nýggjur kapitul upp fyri Anton Liljedahl, á tónlistarligu ferð hansara. Í dag gevur hann út staklagið “Pápi”.
Tað er ikki bert ein nýggjur sangur - tað er ein hjartanemandi frásøgn um tað stóra undrið, sum hendir, tá ein maður gerst pápi, og lívið brádliga fær eina djúpari og størri meining.
Við mjúkum tónum og einari stillari nærveru, lýsir sangurin ta broyting sum fer fram, tá lívið ikki longur snýr seg um ein sjálvan. Í staðin stendur eitt lítið barn frammanfyri tær - eitt lív, sum er lagt í tínar hendur, og sum tú nú skalt verja, leiða og elska.
Í “Pápi” setir Anton orð á longsulin eftir at vera tann tryggi, nærverandi leiðarin í lívinum hjá síni dóttur. At vera tann, sum vísir henni vegin - vegin, “ið ber mót himnastrond.”
Um Anton
Anton í Liljudali, føddur Anton Liljedahl, hevur bæði føroyskar og svenskar røtur. Hann kom fyrstu ferð til Føroya sum 18 ára gamal, og síðan tá hevur tónleikurin verið ein natúrligur partur av hansara lívsleið.
Á sumri í 2019 gav hann út sína fyrstu EP, “Summarnætur”, og árið eftir komu stakløgini “Komi Heim” og “Saman Við Tær”.
Gjøgnum árini hevur hann eisini staðið á fleiri pallum kring landið, bæði einsamallur og saman við bólki. Eisini hevur Anton leitt sang í heimamissiónsarbeiði, har hann, saman við bólki, hevur tulkað andaligar sangir. Síðani 2022 hevur hann búð í Danmark, har hann lesur guðfrøði – ein lívsleið, sum eisini setur sín dám á hansara nýggju tónlist.
Tónlistarlig lýsing
Við lagnum “Pápi” vendir Anton aftur við einum sangi, har trúgv, familjulív og gerandislív smelta saman. Tað er ein sangur, sum minnir á, at faðirskapur ikki bara er at vera til staðar, men eisini at vísa sínum børnum ein veg, sum hevur djúpari og ævigt virði.
Tónlistarliga sveimar lagið á heitum akustiskum gittaratónum, meðan ein mild country-ávirkan gevur sanginum eitt lívligt og hjartanemandi ljóð. Alt er borið fram við einum erligum og óvardum tónalagi, har tað einfalda sleppur at tala beint til hjartað.
Upptøka og artistar
Upptøka og framleiðsla eru gjørd av Hans Poulsen í Introvers Studio. Síðani fór lagið víðari út í heim - heilt til Nashville í Tennessee - har ljóðblandingin er gjørd av Jack Clarke. Frumbandið er gjørt í Georgetown Mastering av Andrew Mendelson.
Fleiri dugnaligir tónleikarar eru við á útgávuni. Anton sjálvur syngur og spælir kassagittara, meðan Jósva Debes situr við trummunum og Eyðun Johannesen við bassinum. Hans Poulsen spælir elgittara, wurlitzer, synth og slagverk, og Jákup Zachariassen gevur lagnum sín serliga lit við pedalsteel-gittara. Kórið verður sungið av Tinu Mellemgaard og Jóhan Magnusi Gunrim.
Orð og lag eigur Anton í Liljudali, og sangurin er givin út av TUTL.
“Pápi” er nú tøkur á talgildum pallum sum Spotify, Apple Music og YouTube:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald