Innanlands

Anvør hevði 20 ára starvsdag 1. januar

Hon arbeiðir fyri umsitingina í Sunda kommunu, har høvuðsuppgávan er at taka sær av bókhaldinum

Anvør Zachariassen saman við Heðini Zachariasen, borgarstjóra (Mynd: Sunda kommuna)

Anvør Zachariassen saman við Heðini Zachariasen, borgarstjóra (Mynd: Sunda kommuna)

2020-01-08 18:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Anvør Zachariasen byrjaði 1. januar í táverandi Hvalvíkar Kommunu sum bókhaldari og skrivari.

Tá kommunurnar í Sundalagnum í 2005 løgdu saman fór Anvør at starvast í umsitingini á Oyrarbakka. Har er høvuðsuppgávan hjá Anvør er at taka sær av bókhaldinum í kommununi. 

Sunda kommuna skrivar, at mánadagin vóru starvsfelagar og nærmasta familja hjá Anvør boðin til hátíðarløtu á kommunuskrivstovuni, har borgarstjórin handaði henni gávu og segði nøkur orð.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder