Í tíðarskeiðnum 22. til 28. desember vórðu yvir 935.000 koronutilburðir í miðal skrásettir um dagin, og tað er hægsta miðaltalið fyri eina viku undir hesari farsóttini, vísir uppgerð hjá tíðindastovuni AP, sum byggir á upplýsingar frá heilsumyndugleikum um allan heimin.
Tó skal havast í huga, at tað er ymiskt, hvussu nógv tey ymisku londini kanna fyri koronu.
Hóast talið á smittaðum seinastu dagarnar hevur verið methøgt, er hetta ikki galdandi fyri talið á andlátum, sum eru skrásett í sambandi við smittuni. Tað talið hevur nevniliga verið minkandi seinastu tríggjar vikurnar, skrivar Ritzau.
Seinastu vikuna eru í miðal skrásett 6.450 andlát um dagin í sambandi við koronu. Tað er lægsta talið síðan oktober 2020.
Hetta talið var hægst í tíðarskeiðnum 20. til 26. januar. Tá vórðu í miðal skrásett 14.800 andlát um dagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald