Avgerð er nú tikin um, at eitt apotek skal latast upp í Vágum. Hetta skrivar hmr.fo á heimasíðu sínari í dag.
Tað er ikki heilt greitt, hvar tað skal vera.
Í sambandi við avgerðina skipa Apoteksverkið og Landsverk fyri einum útboði, har lýst verður eftir møguligum leigumáli til apotekseindina í Vágoynni.
Freistin fyri almenna útboðnum er 30. apríl.
- Apotekini hjá Apoteksverkinum hava til uppgávu at flyta inn, flýggja út, upplýsa um og hava á goymslu, heilivág til borgaran. At skipa fleiri apotekseindir betrar um atkomu og tænastustøði fyri borgarar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald