Innanlands

Apotekini stongd alt dýrabiðidagsvikuskiftið

Hetta er í sambandi við eina stóra KT-umlegging, ið byrjar um eina viku. Tað merkir, at alt verður gjørt "við hond", og at bert bráðneyðugur heilivágur verður avgreiddur frá hóskvøldinum 12. mai til mánamorgunin 16. mai

Stóra KT-umleggingin er ein liður í at dagføra skipanirnar, so avgreiðslan av heilivági verður enn skjótari og smidligari enn higartil (Mynd: Sverri Egholm)

Stóra KT-umleggingin er ein liður í at dagføra skipanirnar, so avgreiðslan av heilivági verður enn skjótari og smidligari enn higartil (Mynd: Sverri Egholm)

2022-05-05 17:28 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ein umfatandi KT-umlegging fer fram í Apoteksverkinum dýrabiðidagsvikuskiftið.

Hetta hevur við sær, at tá øll apotekini lata aftur hóskvøldið 12. mai klokkan 17.30, lata tey ikki uppaftur fyrr enn mánamorgunin 16. mai. Tað boðar Apoteksverkið frá í dag.

- Meðan KT-skipanin verður skift, og apotekini eru stongd, verða allar reseptir skrivaðar við hond, eins og allur heilivágur verður avgreiddur við handamegi. Hetta merkir, at bert bráðneyðugur heilivágur verður avgreiddur í tíðarskeiðnum hóskvøldið 12. mai kl 17.30 til mánamorgunin 16. mai, og hetta verður bert eftir avtalu við vakthavandi lækna.

Apoteksverkið á Vanganum verður eisini óvirkið næsta vikuskifti.

Stóra KT-umleggingin er ein liður í at dagføra skipanirnar, so avgreiðslan av heilivági verður enn skjótari og smidligari enn higartil. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder