Apoteksverkið hevur í dag koyrt av bakkastokki nýggja heimasíðu. Á heimasíðuni finnur tú kunning um apotekini kring landið, tænastur sum Apoteksverkið bjóðar umframt hópin av tilfari viðkomandi fyri heilsutænastur, sum Apoteksverkið bjóðar.
Á nýggju heimasíðuni kanst tú lesa um eitt nú:
- hvussu heilivágur verður framleiddur í Føroyum
- hvussu tú fært stuðul til heilivág
- hvat tú kanst gera, um tú hevur hoyfepur, leyst lív, bløðrubruna, kambfjarðar o.s.fr.
- hvussu tú kanst fáa eina heilsukanning á apotekinum
- hvussu tú burturbeinir gamlan heilivág
- hvussu tú kanst ferðast við heilivági
- starvsmøguleikar á Apoteksverkinum
- upplatingartíðir hjá apotekunum kring landið
- og mangt annað.
Harafturat kanst tú lesa um góð ráð og praktiska vitan, sum hevur við heilsuna at gera hjá børnum – alt frá nýføðingum til størri børn – barnakonum, eldri fólki, djórum, fyribyrging, kosti ella um tú fert út at ferðast.
Við nýggju heimasíðuni ynskir Apoteksverkið at bjóða eina enn betri tænastu til borgarar á netinum. Umframt upplýsingar um heilivág og heilsutænastur frá apotekunum kann diabetes útgerð nú bíleggjast á netinum. Nýggi læknaportalurin á heimasíðuni hevur eisini serliga kunning til læknar.
Nýggja heimasíðan kann vitjast á www.apotek.fo.
- Apoteksverkið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald