Uttanlands

Apple boyggir seg – gongur við til krav um USB-C-stikk

Ein sigur fyri ES-tingið, men ikki minst fyri brúkaran og umhvørvið

Ein apple telefon við USB-C løðistikki (Mynd: EPA)

Ein apple telefon við USB-C løðistikki (Mynd: EPA)

2023-09-13 18:55 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í meira enn tíggju ár hevur ES arbeitt fyri at fáa einstátta stikkini, sum vit brúka til at løða okkara telefonir við. Endamálið er, at tað verður lættari hjá okkum at deila og endurnýta stikkini tvørtur um telefonsløg og elektronisk tól.

Og nú sær tað út til, at hetta fjasið við løðarunum er av fyri milliónir av brúkarum – og at ES harvið kann njóta úrslitið av einum longum stríði móti KT-risanum Apple.

Maltesiski evropatinglimurin, Alex Agius Saliba, kallar hetta fyri eina “søguliga broyting”. Hann er ein av teimum, sum hevur staðið á odda í stríðnum móti Apple í hesum máli.

[object Object]
Alex Agius Saliba hevði eitt bunti av løðikáplum við sær upp á røðarapallin undir viðgerðini av málinum í ES-tinginum í fjør (Mynd: EPA)

- Vit hava ikki einans broytt mentanina fyri løðing í Evropa, men hava eisini broytt hann á heimsstøði. Apple sendir nú USB-C-stikk á marknaðin, ikki bert í Evropa, men eisini langt uttan fyri Evropa, sigur hann við Danmarks Radio.

Tí týsdagin upplýsti amerikanska fyritøkan, at Apple nú gevst við sínum egna streymstikki. Tað sokallaða lightning-stikkið, sum allar Apple-telefonir síðan 2012 hava brúkt.

Ein nýggj ES-lóg krevur, at fartelefonir frá á heysti 2024 skulu kunna løðast við sama slag av standard-løðara, USB-C.

Hereftir skulu allar telefonir, sum verða seldar í ES, halda hesar reglur, ið tryggja, at tær einans kunnu seljast við USB-C-løðara, og tí hevur Apple verið noytt til at rætta seg eftir hesum.

Í fjør samtykti ES-tingið eitt lógaruppskot hesum viðvíkjandi, og einasti framleiðarin, sum setti seg ímóti hesum frá byrjan, var Apple.

Apple situr á umleið 20 prosentum av marknaðinum fyri fartelefonir í heimshøpi, og á einum triðingi í Danmark, skrivar dr.dk. Sambært ES-nevndini stava 11.000 tons av elektroniskum burturkasti hvørt ár frá hesum løðarum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder