Uttanlands

Apple fingið risastóra bót frá ES

Tað var Spotify, sum reisti málið í ES-umsitingini við kappingarmálum

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2024-03-04 15:30 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Kt-risin Apple hevur í dag fingið eina bót á 1,8 milliardir evrur, svarandi til 13,4 milliardir krónur, frá ES.

Orsøkin er, at Apple heldur fast upp á síni serrættindi til sína egnu App Store, sum er kappingaravlagandi, og sum rakar bæði brúkarar, og tey, ið bjóða talgildar tænastur umvegis App Store.

Eitt nú tónleikastroymingartænastuna Spotify, sum av somu orsøk reisti málið, sum nú hevur ført til risastóru bótina.

Spotify kærdi um, at tað sambært treytunum hjá Apple fyri App Store ikki er loyvt at gera brúkarar varugar við, at tey kunnu rinda fyri haldini uttan um afturlatna umhvørvið hjá Apple, skrivar Ritzau.

Og um brúkarar velja at rinda í App Store, so afturheldur Apple 30 prosent í ómakssamsýning.

Apple boðar, sambært Reuters, frá, at fyritøkan ætlar at kæra bótina.

- Avgerðin tekur ikki hædd fyri veruleikunum í einum marknaði, ið verður rikin kappingarført, og sum er í stórum vøkstri, verður m.a. sagt í tíðindaskrivi.

Bótin fellir bert fáar dagar áðrenn, at Digital Markets Act (DMA) hjá ES skal setast í verk.

Hetta skal skipa kappingina millum talgildar pallar, og setir eina røð av krøvum til seks stórar tech-fyritøkur, teirramillum Apple.

Krøvini skulu eitt nú tryggja, at tað gjøgnum hesar pallar er atgongd til talgildar tænastur, har avtalan er gjørd uttan fyri pallin.

Tøknirisarnir sleppa heldur ikki at geva egnum vørum og tænastum framíhjárættindi á hesum talgildu pallum, skrivar Ritzau.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder