Apple fer at minka um framleiðsluna av iPhone'um, nú eftirspurningurin hevur víst seg at vera minni enn vænta.
Serliga eru tað bílagu útgávurnar av snildfonini og iPhone Plus, sum ikki selja nóg væl, skrivar DR, ið endurgevur Bloomberg News.
Áður var málið at framleiða 90 milliónir telefonir, men nú verður miðað eftir at framleiða 87 milliónir iPhone'ir.
Men tað er ikki bert væntandi eftirspurningurin, sum er orsøkin til, at Apple minkar um framleiðaluna.
Fyritøkan hevur eisini avbjóðingar við verksmiðjunum í Kina.
Í kinesiska býnum Zhengzhou, har meginparturin av iPhone'unum verða framleiddar, hava myndugleikarnir sett nýggjar koronaavmarkingar í verk, og eru fleiri fólk rýmd av staðnum, skrivar amerikanski miðilin CNBC.
Støðan í Zhenghou ávirkar framleiðsluna av nýggjastu snildfonunum hjá Apple, iPhone 14, iPhone 14 Pro og iPhone 14 Pro Max.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald