Uttanlands

Apple-sniðgevin byrjar fyri seg sjálvan

Eftir næstan 30 ár í fyritøkuna fer Jony Ive nú egnar leiðir

Jony Ive (Mynd: EPA)

Jony Ive (Mynd: EPA)

2019-06-28 09:48 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Víðgitni høvuðssniðgevin hjá Apple fritøkuni, Jony Ive, gevst nú í fyritøkuni eftir 27 ár í starvi, upplýsir felagið.

52 ára gamli Ive stóð fyri menningini av fleiri av mest væleydnaðu vørunum hjá Apple í tøttum samstarvi við stovnaran Steve Jobs, sála. Eitt nú menningini av iPhone, ið verður kallað mest væleydnaða brúksting nakrantíð.

- Jony er nakað serstakt innan sniðgeving, og hansara leiklutur í endurreisingini av Apple kann ikki metast. Frá slóðbrótandi iMac í 1998 til iPhone, sigur forstjórin hjá Apple, Tim Cook, sambært Reuters tíðindastovuni.

Tim Cook sipar til, at Apple miðskeiðis í 90’unum var nær við at steingja, men felagið hevur síðan ment seg til eitt av mest framgangsríku í heiminum. Apple var fyrsta felag á keypsskálunum, sum megnaði at náa eitt virði á yvir 1.000 milliardir dollarar. Í løtuni verður virðið á Apple mett til umleið 920 milliardir dollarar.

Jony Ive sigur, at hann nú ætlar at stovna egna sniðgevingar í Kalifornia við navninum FromLove.

Apple vísir á, at tey fara at vera ein av kundunum í nýggju fyritøkuni hjá Jony Ive, men kortini fekk henda fráboðan virðisbrøvini til at lækka á keypsskálunum.

Jony Ive byrjaði í Apple í 1992. Fýra ár seinni gjørdist hann stjóri fyri sniðgevingardeildini, skrivar Ritzau.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder