Nú ætlar Apple eisini at bjóða Netflix og HBO av. Fyritøkan ætlar nevniliga at koma við sínari egnu stroymingtænastu, sum hevur fingið navnið Apple TV+.
Hetta varð kunngjørt á tíðindafundi í dag.
Á nýggju tænastuni fer mann at kunna síggja bæði filmar og røðir, og talan verður bæði um originalt tilfar og tilfar frá øðrum framleiðarum.
Sambært TV2 hevur Apple TV+ longu gjørt avtalu um samstarv við m.o. Jennifer Aniston og Reese Witherspoon.
Men tað er ikki bara Apple, sum ætlar at bjóða stórar stroymingtænastur sum Netflix og HBO av.
Disney hevur eisini kunngjørt, at tey fara at koma við einari nýggjari stroymingtænastu seinni í ár. Hendan tænastan hevur fingið navnið Disney+.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald