Árið 2020 byrjaði syrgiliga í djóragarðinum í týska býnum Krefeld. Stutt eftir midnátt kom eldur í apuhúsið í djóragarðinum. Eldurin var so ógvusligur, at øll dýrini doyðu, skrivar týski miðilin Bild.
- Okkara versti ótti gjørdist til veruleika. Onki dýr í apuhúsinum yvirlivdi, skrivar Krefeld Zoo á Facebook-síðu síni.
Djóragarðurin í Krefeld er stongdur í dag orsaka av ógvusliga eldsbrunanum.
Hildið verður, at tað vóru sokallaðar himmallyktir, ið vóru orsøkin til eldsbrunan. Leivdir av trimum slíkum lyktum eru funnar í leivdunum av apuhúsinum, skrivar Bild frá løgregluni.
- Himmallyktir hava verið bannaðar síðan 2009. Vit kanna eldsbrunan sum óvvarin eldsáseting, verður sagt frá løgregluni.
Alla nátt hava sløkkiliðsfólk roynt at fáa bilbugt við ógvusliga eldin. Í morgun stóð bert beinangrindin á húsunum eftir, og vandi er nú fyri, at leivdirnar standa til at rapa, skrivar Krefeld Zoo á Facebook.
Gorillur, orantugangir, sjimpansir, silkiapur, flogmýs og fuglar búðu í 2.000 fermetra stóra tropiska apuhúsinum, sum nú er niðurbrent. Húsið var bygt í 1975.
Eini glotti eru tó í øllum sorgarleikinum:
Gorillagarðurin varð ikki raktur av eldsbrunanum. Sostatt vórðu kenda gorillan, Kidogo, og familja hansara ikki rakt..
Krefeld liggur har vesturi í Týsklandi, uttan fyri Düsseldorf, nærhendis markið til Niðurlond. Krefeld Zoo hevur umleið 400.000 vitjandi um árið, og umframt apur eru har bæði fílar, leopardar og áarross.
Gorillan Kidogo slapp undan ógvusliga eldsbrunanum í Krefeld Zoo (Savnsmynd: EPA)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald