Í seinastu uppgerðini hjá Heimsheilsustovninum, WHO, sum vísir tøl fram til 2. juni, framgongur, at 780 tilburðir av apupokum eru staðfestir í londum, har sjúkan vanliga ikki finst.
Talan er um trífalt so nógv, sum vórðu staðfest fyri einari viku síðani, og sambært DR metir Heimsheilsustovnurin, at veruliga talið er hægri.
Mett verður tó ikki, at vandin fyri almennu fólkaheilsuna er stórur.
Teir 780 tilburðirnir eru staðfestir í 27 londum millum 13. mai og 2. juni.
Stórabretland, Spania og Portugal hava staðfest flestu tilburðirnir – ávikavíkst 207, 156 og 138.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald