2022-05-23 16:23
Í dag upplýsir danska heilsumálaráðið, at fyrsit tilburðurin av apupokum er staðfestur í Danmark.
Talan er um ein mann, sum hevur fingið staðfest sjúkuna eftir at hava verið á ferð í Spania.
Maðurin er nú avbyrgdur í heimi sínum, upplýsir heilsumálaráðið, sum eisini leggur afturat, at tey flestu væntast at koma heilt fyri seg aftur í einum heilsuverki sum tað danska.
Smittusporingin er farin í gongd, og væntast ikki, at smittan fer at gera um seg í danska samfelagnum, sigur danski heilsumálaráðharrin, Magnus Heunicke sambært Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald