Uttanlands

Apupokur: Trý andlát skrásett uttanfyri Afrika

Eitt andlát er skrásett í Brasil, og hini bæði eru skrásett í Spania – Um apupokur er deyðsorsøkin er tó enn ikki greitt

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-07-31 13:36 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Trý andlát eru staðfest uttanfyri Afrika í sambandi við apupokur.

Fríggjadagin staðfestu Spania og Brasil bæði eitt andlát, og leygardagin staðfesti Spania enn eitt andlát í sambandi við apupokur.

Spania hevur tilsamans staðfest 4.298 tilburðir við apupokum, og er landið sostatt eitt av harðast raktu londunum, skrivar Ritzau.

Nær hesi andlátini eru staðfest, verður ikki upplýst.

Tað er enn ógreitt, um apupokur er orsøkin til, at hesi trý fólkini eru deyð. Viðkomandi, ið andaðist í Brasil, hevði aðrar álvarsamar sjúkur, og í Spania verður ein kanning gjørd fyri at fáa staðfest deyðsorsøkina.

Fyri einari viku síðani hevði Heimsheilsustovnurin, WHO skrásett fimm andlát í sambandi við apupokur, og tey vóru øll í Afrika.

Leygardagin í farnu viku boðaði Heimsheilsustovnurin frá, at apupokur vóru ein altjóða heilsukreppa. Uml. 70 prosent av tilburðunum, sum eru skrásettir síðan fyrst í mai, eru skrásett í Evropa.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder