Innanlands

Árabátur við tveimum føroyingum holvdist vestanfyri Írland

Báturin holvdist vestan fyri Írland í morgun. Menninir eru síðani bjargaðir, upplýsir MRCC

(Mynd: Riding the Gulf Stream to the Faroe Islands)

(Mynd: Riding the Gulf Stream to the Faroe Islands)

2022-08-18 16:06 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Teir báðir rógvararnir, sum hava róð úr Miami úr USA um Atlantshavi, og vóru á veg til Føroya, fóru fyri borð í morgun.

Báturin holvdin nú teir vóru vestan fyri Írland - 800 fjórðingar úr Føroyum.

Kringvarpið veit, at rógvararnir bjargaðu sær í ein gummibjargingarbát. Nú seinnapartin eru boðini frá MRCC, at báðir rógvararnir eru bjargaðir umborð á eitt farmaskip.

Eftir umstøðunum hava teir báðir tað gott.

Føroysku rógvararnir loystu úr Florida tann 28. mai.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder