Uttanlands

Arabisk prinsessa: - Eg eri gísli í egnum heimi

Latifa prinsessa biðir á altjóða samfelagið um hjálp

(Mynd: BBC)

(Mynd: BBC)

2021-02-18 07:34 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

- Eg eri gísli. Eg havi ikki so frægt sum atgongd til fríska luft. Soleiðis sigur Latifa prinsessa í Arabisku Emiratunum, sum í hesum døgum eru at síggja í einum filmsbroti, ið verður sent á alheims sjónvarpsstøðum og á sosialum miðlum.

Latifa, hvørs fulla navn er Latifa Bint Mohammed al-Maktoum, sigur, at hon hevur gjørt upptøkurnar í baðirúminum í húsunum í Dubai, har hon verður hildin fangi.

Sambært henni, er hetta einasta rúmið, har hon kann vera einsamøll. Øll vindeygu í húsinum eru negld føst, greiðir hon frá.

Myndugleikarnir í Bretlandi ógvast um myndirnar.

- Hetta er órógvandi, sigur bretski uttanríkisráðharrin, Domenic Raab, við Sky News.

Eisini Boris Johnson, forsætisráðharri lovar at hava eyguni við, hvat hendir við Latifu prinsessu, og at ST-myndugleikarnir fyri mannarættindi verða tikin upp í málið.

Pápi prinsessuna, 71 ára gamli Sheik Mohammed bin Rashid al-Maktoum, hevur verið ovasti leiðari í Dubai seinastu 25 árini. Sambært óváttaðum keldum, hevur hann ella hevur havt seks konur og eigur minst 25 børn.

35 ára gamla Sheikha Latifa kom av álvara í alheims miðlar, tá hon í 2018 royndi at flýggja úr Dubai sjóvegis.

Seglbáturin, sum hon var í saman við eini finskari vinkonu, varð tó støðgaður av servandum hermonnum út fyri indisku strondini, skrivar NRK.

Sambært henni sjálvari, varð hon doyvd og førd aftur til Dubai. Hon sigur, at hon varð fongslað í tríggjar mánaðir, og hevur síðan verið innilæst í húsunum, har hon nú er undir eftirlitið av minst fimm løgreglufólkum.

Myndugleikarnir í Dubai, eitt av teimum sjey emiratunum, hava higartil ikki gjørt viðmerkingar til filmsbrotið við Latifu, sum er sloppið út.

Í 2018 segði uttanríkisráðið fyri arabisku emiratini, at Latifa var heima og búði saman við familju síni.

Men ein altjóða stuðulsbólkur sigur, at tað eru tey, ið fingu smugglað fartelefonina inn til prinsessuna, sum hon hevur brúkt til at senda út sína áheitan um hjálp alment út.

- Tað einaste eg ynski er at fáa frælsi, sigur hon í filminum.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder