2024-04-23 18:45
Tað er gongd í samráðingunum hjá arbeiðafeløgunum. Hesum boða Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðarafelag, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag og
Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag frá í stuttum skrivi í dag.
Partarnir handaðu krøvini til hin 22. mars - tað vil siga fyri beint yvir einum mánaði síðani.
Fyrsti samráðingarfundur var 4. mars. Einki ítøkiligt er komið burturúr tær fyrstu útvið tríggjar vikurnar, men arbeitt verður allatíðina við tí.
Galdandi sáttmáli gongur út 1. mai.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald