Innanlands

Arbeiða ikki við at skipa ítøkilig útbúgvingartilboð á rúsevnaøkinum

Arbeitt verður tó við fyriskipanum og tilfari um rúsevni, sum er partur av undirvísingini í lívfrøði og evninum heilsukunnleiki, sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður í svari til fyrispurning hjá Sirið Stenberg

Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2021-10-10 16:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Uttanríkis-og mentamálaráðið arbeiðir ikki við at skipa nøkur ítøkilig útbúgvingartilboð á rúsevnaøkinum.

Tað sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum í svari til fyrispurning hjá Sirið Stenberg, tingkvinnu fyri Tjóðveldi.

Sirið Stenberg vildi vita, um ráðið arbeiddi við útbúgvingartilboðum á rúsevnaøkinum, og um ráðið hevði samstarv við Heilsumálaráðið og viðgerðarstovnar um hetta.

Landsstýrismaðurin sigur, at hóast arbeitt ikki verður við at skipa nøkur ítøkilig útbúgvingartilboð, verður arbeitt við fyriskipanum og tilfari um rúsevni, sum er partur av undirvísingini í lívfrøði og í evninum heilsukunnleiki, har m.a. verður viðgjørt, hvussu ymisk rúsevni ávirka mannakroppin.

Víðari í svarinum sigur Jenis av Rana, at ráðið eisini luttekur í SSP-samstarvinum fyri børn og ung, har áherðsla verður løgd á fyribyrging og trivnað.

– Í evninum, “Tað góða lívið”, er eitt av virkisøkunum, eitt virkið og rúsfrítt ungdómslív. Uttanríkis-og mentamálaráðið hevur eisini umboð í arbeiðsbólkinum, ið løgmaður hevur sett at gera uppskot um heildarætlan um at fyribyrgja og tálma rúsevnismisnýtslu í Føroyum. Hetta arbeiði fer uttan iva at varpa ljós á útbúgving innan økið, sigur hann.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder