16 ár er ikki nakar høgur aldur fyri eitt skip, sum verður dagført. Tað segði stjórin í Smyril Line, Rúni Vang Poulsen, við Dimmalætting í síðstu viku.
- Endurnýgging av vinnutólunum er eitt, sum vit altíð hava í huga, men tað er ikki aktuelt enn. Um tú vart ein túr við Norrønu, tá hon var spildurnýggj, og tú fert ein túr nú, so sært tú, at hon er vorðin munandi meira innbjóðandi, og umstøðurnar umborð eru blivnar munandi betri, sigur Rúni Vang Poulsen við blaðið.
(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
Hann brúkar Oslo-bátarnar hjá DFDS sum dømi. Teir hava í nógv ár verið flagg skip hjá reiðarínum, og eru eisini støðugt dagførdir og uppstigaðir sum Norrøna. Oslo-bátarnir eru umleið 30 ára gamlir, so aldurin á Norrønu er onki at tosa um, heldur stjórin.
- Fyrr ella seinni mugu vit byggja nýtt. Men tað skal vera ein lagalig løta, umstøðurnar skulu passa, sigur Rúni Vang Poulsen.
Smyril Line sigldi í tungum sjógvi fyrstu árini við Norrønu, men síðani 2011 hevur tað gingið væl hjá fyritøkuni, sum umframt ferðamannaskipið hevur trý farmaskip.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald