Bý- og bygdarráðini á Tvøroyri og í Hvalba høvdu á flaggdegnum í gját fund á kommunuskrivstovuni í Hvalba.
Á fundinum umrøddu limirnir, hvørji mál eru týdningarmikil fyri báðar kommunur at fáa greiðu á í sambandi við eina kommunusamanlegging. Harumframt varð eisini viðgjørt, hvussu farast skal fram, skal ein fólkaatkvøða avgreiðast áðrenn summarferiuna í ár.
Borgarstjórarnir Janus Thomsen og Kristin Michelsen siga, at talan var um ein jaligan fund og at niðurstøðan á fundinum var, at arbeitt verður víðari við eini møguligari samanlegging av Hvalbiar kommunu og Tvøroyrar kommunu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald