Innanlands

Arbeiðarafeløgini harta semingsmannin

- Tað er og verður ongantíð Terje Sigurðsson, sum kemur at avgera, hvør er partur av samráðingartoyminum, siga arbeiðarafeløgini eftir at semingsmaðurin hevur funnist at útsøgnum hjá Sonju Jógvansdóttir

Sonja Jógvansdóttir, samskipari í Samtak (Mynd: Føroya Arbeiðarafelag)

Sonja Jógvansdóttir, samskipari í Samtak (Mynd: Føroya Arbeiðarafelag)

2024-06-05 21:29 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Vit harmast um, at semingsmaðurin fer alment út við ábreiðslum móti samskipara okkara, og við hesum ger seg sekan í júst tí sama, sum hann leggur samskiparan undir.

Tað siga forfólkini í Havnar Arbeiðarafelag, Føroya Arbeiðarafelag, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag og Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag eftir, at Terje Sigurðsson, semingsmaður, í grein á in.fo í kvøld, finnist at tí, sum Sonja Jógvansdóttir segði við útvarpið á middegi.

Semingsmaðurin sigur millum annað, at var tað ein av formonnunum í arbeiðarafeløgunum, sum úttalaði seg soleiðis, hevði tað fingið avleiðingar.

- Vit halda ikki tað tænir nøkrum av pørtunum, og als ikki semingsstovninum, at fara alment út við slíkum skuldsetingum.

- Tað er og verður ongantíð Terje Sigurðsson, sum kemur at avgera, hvør er partur av samráðingartoyminum. Sonja Jógvansdóttir er ein týðandi partur av samráðingartoyminum hjá fakfeløgunum, og hevur seinastu vikurnar lagt nógv fyri at tryggja verkafólki ordiliga løn, siga arbeiðarafeløgini.

Tað eru Heri Reynheim, formaður í Havnar Arbeiðarafelag, Georg F. Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag, Jastrid W. Niclasen, forkvinna í Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag og Absalon Hansen, formaður í Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag, sum standa fyri skrivinum.

Semingsroynd byrjar í morgin klokkan 15, tá partarnir hittast aftur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder