
Arbeiðið at umvæla Villingadalsvegin hevur tikið longri tíð enn væntað. Hetta kemst serliga av tí sera vánaliga veðrinum við kava og frosti, sum hevur verið síðstu vikurnar.
Tað skrivar Tórshavnar kommunua á heimasíðu sínari í dag.
- Umvælingin av rørgrøvini til fjarhitarørini krevur, at ongin kavi ella frost er, tá rørini verða tyrvd av nýggjum. Nú tyrvingin er um at verða liðug væntast, at asfalteringin av berilagnum verður framd nú hósdagin, t.v.s. at vestara borð verður opið aftur fyri ferðslu.
Umvæling skal eisini gerast eystarumegin, men hon er ikki so umfatandi sum hinumegin. Vónað verður at arbeiðið er liðugt um tvær til tríggjar vikur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald