2026-09-14 07:54
Í morgun stutt fyri klokkan sjey fekk løgreglan eina fráboðan um, at nakrar plátur vóru loysnaðar undan loftinum í Leirvíkstunlinum. Landsverk hevur fingið boðini og er farið inn at umvæla.
Arbeiðið hjá Landsverki ávirkar tí ferðsluna í tunlinum í morgun. Í løtuni er helst bert eitt ferðsluspor tøkt, og løgreglan er farin á staðið at skipa ferðsluna, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Lagt verður afturat, at tað møguliga verður neyðugt at steingja tunnilin eina løtu í dag.
Nær skaðin er hendur, og hvussu er ikki heilt greitt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald