Innanlands

Arbeiðið á breiðka bryggjuna í Vágsbotni byrjar nú

Meðan arbeiðið fer fram, verður nakað av tungari ferðslu á økinum

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

2022-03-29 14:08 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Arbeiðið at breiðka bryggjukantin í Vágsbotni frá sølubásunum og umleið 60 metrar suðureftir, er nú byrjað.

Bryggjan verður breiðkað tríggjar metrar, og arbeitt verður frá sølubásunum og úteftir. Tað er byggifelagið Articon, sum stendur fyri hesum.

Meðan arbeiðið fer fram, verður nakað av tungari ferðslu á økinum, skrivar Tórshavnar kommuna.

Botnurin verður planeraður við maskinu, sum stendur á bryggjukantinum. Nýggi bryggjukanturin verður gjørdur við betongelementum, sum ein krani setur niður. Timbur verður lagt omaná bryggjuna, so útsjóndin verður tann sama, sum á bryggjuni frammanfyri sølubásarnar.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder