2019-05-11 13:52
Tað loypti hvøkk á, tá Notre Dame í seinasta mánaði stóð í ljósum loga. Við skjótum arbeiði av sløkkiliðnum vórðu stórir partar av bygninginum bjargaðir frá at rapa niður, og nú stendur stórt endurreisingararbeiði fyri framman.
Longu dagin eftir eldsbrunan lovaði franski forsetin, Emmanuel Macron, at innan fimm ár, skal Notre Dame standa aftur. Og AFP boðar frá, at franska tingið hevur viðtikið eina lóg, sum skal tryggja júst hetta.
Senatið í Fraklandi skal viðgera lógina 27.mai.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald