Innanlands

Arbeiðið at gera venjingarmiðstøðina við Margáir farið í gongd

Gongst sum ætlað letur hon upp í summar. Sp/f HPH Smíð og Sp/f RenoVent standa fyri arbeiðnum, og Burn fer at reka venjingarmiðstøðina, ið verður í niðaru hæddin av felagshúsinum. Høli er 240 fermetrar til støddar

Arbeiðið at seta á stovn og reka venjingarmiðstøðina, bleiv boðið út alment, og tá varð avtala gjørd við Burn um at standa fyri tilboðnum (Mynd: sunda.fo)

Arbeiðið at seta á stovn og reka venjingarmiðstøðina, bleiv boðið út alment, og tá varð avtala gjørd við Burn um at standa fyri tilboðnum (Mynd: sunda.fo)

2022-01-18 17:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Á sumri í 2021 samtykti býráðið í Sunda kommunu, at niðara hæddin av felagshúsinum við Margáir, skuldi nýtast til venjingarmiðstøð, og við árslok gjørdi kommunan avtalu við Sp/f HPH Smíð og Sp/f RenoVent um at standa fyri arbeiðnum, sum nú er farið í gongd.

- Talan er um eitt høli á 240 fermetrar við tilhoyrandi vesi og skiftingarrúmum, ið eru sett av til endamálið. Arbeiðið at seta á stovn og reka venjingarmiðstøðina, bleiv boðið út alment, og tá varð avtala gjørd við Burn um at standa fyri tilboðnum. Hølini, har venjingarmiðstøðin skal vera, eru púra rá og óinnrættaði, so áðrenn Burn kann byrja sítt virksemi, skulu tey riggast til og innrættast til endamálið. 

[object Object](Mynd: sunda.fo)


Hetta skrivar Sunda kommuna á heimasíðu sínari. 

Arbeiðið at innrætta hølini er nú farið í gongd, og gongst sum ætlað letur nýggja veningarmiðstøðin við Margáir upp komandi summar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder