Innanlands

Arbeiðið at rudda Elduvíkarvegin heldur fram

Koyrandi er millum sjey og átta, 12 og 12.30, og 17 og 17.30, upplýsir Landsverk

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2022-03-07 07:28 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í vikuskiftinum varð latið upp fyri allari ferðslu á Elduvíkarvegnum, men arbeiðið at rudda vegin er ikki liðugt, og í dag er vegurin aftur stongdur.

Tó verður koyrandi í ávísum tíðarskeiðum, skrivar Landsverk.

Í dag er koyrandi millum klokkan sjey og átta, millum klokkan 12 og 12.30, og klokkan 17 og 17.30.

Fyribils er tó stongt fyri lastbilum og størri akførum.

Tað var leygardagin 26. februar, at eitt stórt omanlop var á Elduvíkarvegnum, sum hevði við sær at eini 200 metrar av autoverju fór.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder