
Nýggi skúlin, sum býráðið í Fuglafirði samtykti at lata byggja í 2016, er komin so mikið væl áleiðis, at arbeiðið innandura kundi avhendast í gjár, 9. desember 2021, og fyrst í komandi ári kann skúlin takast í nýtslu.
Fyrst skal bygningurin tó gjøgnumgangast, og seinastu manglarnir skulu gerast. Síðani verða skipanir tillagaðar, skúlin reingjørdur, og innbúgv og útgerð gjørt klárt. Enn manglar nakað av arbeiðið uttandura, og nógv verður lagt fyri at fáa arbeiðið liðugt fyrst í komandi ári, skrivar Fuglfjarðar kommuna á heimasíðu sínari.
Tað eru Elcon, SMJ og MT Højgaard, ið hava staðið fyri arbeiðnum.
- Tá barnaskúlin er liðugur, verður farið í holt við 2. byggistig sum umfatar 64 skúlan. Skúlin er bygdur í 1964 og treingir til at verða dagførdur, bæði innan og uttan. Ein ætlan fyriliggur hvussu 2. byggstig verður gjørt og verður tað Fuglafjarðar kommuna, sum stendur fyri verkætlanini til skúlasamstarvið Framvit.
Høvi verður hjá almenninginum at vitja nýggja barnaskúlan fyrst í komandi ári, tá hátíðarhald og vígsla verður, skrivar fuglafjordur.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald