Innanlands

Arbeiðið við Grønadammi er tikið uppaftur

Í september var steðgað fyri veturin, men nú verður byrjað at gera tann meira brúkaravinarliga partin

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

2022-03-18 13:21 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í september varð steðgað fyri veturin, men nú er arbeiðið at gera Grønadamm lidnan tikið uppaftur.

Tað er Brynjolvur (Bynne) Lamhauge, sum saman við Einar Djurhuus hevur staðið fyri arbeiðnum at fáa Grønadamm aftur í tann stand, hann var í fyri mongum árum síðan, soleiðis sum tey, ið eldri eru í dag, minnast hann.

Sambært Tórshavnar kommunu er nú farið undir at gera tann meira brúkaravinarliga partin, sum snýr seg um at gera eitt hugnapláss omanfyri og at gera økið klárt til at fólk kunnu dippa, svimja grilla og annað.

Ætlanin er, at sum frálíður skal økið gerast atkomuligt fyri øll, og trappa og gøta skal gerast oman til økið. Á økinum skal gerast ymiskt til trivnað, eitt nú pláss til barnagarðar og skúlabørn at hugna sær, eins og eitt “skiftirúm” skal gerast á økinum.

Grønidammur liggur skamt innanfyri gamla Buchwald og fiskastykkið, sum nú eisini verður sett í stand.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder