2019-07-24 13:46
Arbeiðseftirlitið kannar nú hví ein førari á einum dumpara í grótbrotinum á Glyvursnesi lat lív í arbeiðsvanlukku.
Arbeitt verður alt samdøgrið í grótbrotinum, og vanlukkan hendi um hálvgun trý tíðina í nátt.
Arbeiðseftirlitið bleiv fráboðað klokkan trý í nátt, og fór á staðið saman við løgregluni klokkan hálvgum sjey í morgun, veit útvarpið.
Stjórin á Arbeiðseftirlitinum, Leivur Persson, sigur við Kringvarpið, at dumparin nú verður tikin upp og kannaður fyri at vita, um nakað mekaniskt kann vera orsøk til vanlukkuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald