Innanlands

Arbeiðsgevarafelagið til sínar limir: Skulu halda fram við vanligum virksemi

Limafyritøkur í Føroya Arbeiðsgevarafelag skulu ikki uttan víðari góðtaka krøv ella treytir, sum arbeiðarafeløgini seta fyri at fáa undantøk frá verkfallinum ella frá blokadum

Niels Winther, stjóri í Føroya Arbeiðsgevarafelag (Mynd: Sverri Egholm)

Niels Winther, stjóri í Føroya Arbeiðsgevarafelag (Mynd: Sverri Egholm)

2024-06-08 16:43 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nú semingsroyndin ikki bar á mál, ynskir Føroya Arbeiðsgevarafelag at gera sítt fyri at fáa samfelagið at virka so vanligt, sum til ber, í hesari verkfalsstøðuni.

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur í dag biðið sínar limafyritøkur um at útinna alt tað arbeiði, sum møguligt er í einum verkfalli. Hetta merkir millum annað:

• at limafyritøkur ikki skulu góðtaka ólógligar fysiskar blokadur

• at tey starvsfólk, sum ikki eru í verkfalli, eru til arbeiðis sum vant, og loysa sínar vanligu uppgávur, í tann mun tað ber til.

• at limafyritøkur ikki uttan víðari skulu góðtaka krøv ella treytir, sum arbeiðarafeløgini seta fyri at fáa undantøk frá verkfallinum ella frá blokadum.

- Vit høvdu vónað, at semingsroyndin fór at enda við einari semju, men nú eingin vilji var at samráðast, heldur Føroya Arbeiðsgevarafelag tað vera sína skyldu at viðvirka til, at samfelagið kann virka so vanligt, sum tað ber til í einari verkfallsstøðu, sigur Niels Winther, stjóri í Føroya Arbeiðsgevarafelagi.

Sambært arbeiðsgevarafelagnum bar semingsroyndin ikki á mál vegna vantandi samráðingarvilja hjá arbeiðarafeløgunum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder