Innanlands

Arbeiðsloysi er nú undir eitt prosent

287 fólk vóru fulltíðararbeiðsleys í august, upplýsir Hagstovan. Hetta eru lægstu tølini í ár - tó nakað hægri enn tey í august 2023

Fyri fyrstu ferð í 2024 er undir eitt prosent av føroysku arbeiðsfjøldini í arbeiðsloysi. Talan er um 0,9 prosent. Hetta svarar til 287 fulltíðararbeiðsley (Mynd: Hagstova Føroya)

Fyri fyrstu ferð í 2024 er undir eitt prosent av føroysku arbeiðsfjøldini í arbeiðsloysi. Talan er um 0,9 prosent. Hetta svarar til 287 fulltíðararbeiðsley (Mynd: Hagstova Føroya)

2024-09-25 18:08 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hagstova Føroya hevur í dag kunngjørt nýggjastu tølini fyri arbeiðsloysi. Tey eru fyri august eru tey lægstu higartil í ár.

Fyri fyrstu ferð í 2024 er undir eitt prosent av føroysku arbeiðsfjøldini í arbeiðsloysi. Talan er um 0,9 prosent. Hetta svarar til 287 fulltíðararbeiðsleys.

- Ein fulltíðararbeiðsleysur er ein persónur, sum er arbeiðsleysur allan mánaðin. Tað merkir, at eru tveir persónar raktir av arbeiðsloysi ein hálvan mánað hvør, telja báðir samanlagt sum ein fulltíðararbeiðsleysur henda mánaðin. Í august vóru 364 persónar raktir av arbeiðsloysi, sum eru 128 fleiri enn í august í fjør, skrivar Hagstovan.

[object Object][object Object]Harvið er arbeiðsloysi nakað minni nú enn seinastu mánaðirnar, men tað er eitt sindur hægri enn í august í 2023. Tá var arbeiðsloysið 0,7 prosent við 201 fulltíðararbeiðsleysum.

Hagstovan vísir á, at arbeiðisloysi er minst á Sandoynni (0,4 prosent) og størst í Suðuroynni (1,7 prosent)

[object Object]

Tað er serliga í Suðuroy, at fólk eru arbeiðsleys (Mynd: Hagstova Føroya)

Fleiri menn enn kvinnur eru fulltíðararbeiðsleysir, og størsta arbeiðsloysi eftir aldursbólki er millum tey, sum eru 25 og 34 ár (1,4 prosent).

Til ber at síggja meira á hagstova.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder