2020-06-30 16:20
Hagstovan dagførdi í gjár tølini fyri arbeiðsloysi í Føroyum. Tey vístu, at í apríl vóru 507 fulltíðararbeiðsleys - næstan 100 fleiri enn í mars, tá talið var 416. Tað er 1,7 prosent av fólkatalinum í Føroyum. Í mars var tað 1,3 prosent.
Í mun til byrjanina av árinum vóru 180 fleiri fólk fulltíðararbeiðsleys. Hetta kemur ikki óvart á, tá hugsað verður um, at koronastøðan broytti nógv.
Seinastu mánaðirnar í fjør var arbeiðsloysið í Føroyum niðri á 0,9 prosentum. Í apríl í fjør var tað 1,3 prosent.
Tvey prosent av konufólki vóru arbeiðsleys í apríl - 1,5 prosent av mannfólki. Arbeiðsloysi var størst í Suðuroynni, har 6,1 prosent vóru arbeiðsleys.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald