Innanlands

Arbeiðsloysið 0,9 prosent í september

Arbeiðsloysið er lægst í Norðoyggjum, Eysturoy og Norðurstreymoy og hægst í Suðuroy

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-11-30 10:17 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í september vóru 265 fólk í Føroyum fulltíðararbeiðsleys. Tað svarar til at arbeiðsloysið er 0,9 prosent. Tað vísa nýggjastu arbeiðsloysishagtølini frá Hagstovuni

Arbeiðsleys eru tey, sum eru skrásettir hjá ALS og Almannaverkinum, ið ikki at hava arbeiði, eru fult tøk at arbeiða og eru virkin arbeiðssøkjandi.

Harvið er arbeiðsloysið so lágt, sum tað nakrantíð hevur verið. Í teimum góðu tíðunum undan korona, í hesum føri í september, oktober, november og desember 2019, lá arbeiðsloysið eisini á 0,9 prosent. Síðan hevur tað ligið nakað oman fyri tað eina prosentið fyri aftur nú í oktober at lenda á 0,9. Tilsamans 327 persónar vóru raktir av arbeiðsloysi í september, svarandi til knappliga 265 fulltíðararbeiðsleys, skrivar hagstovan.fo

Í september var arbeiðsloysið 0,9 prosent bæði hjá monnum og hjá kvinnum. Sama mánað í fjør var tað 1,2 hjá monnum og 1,6 prosent hjá kvinnum.

Eitt sindur misjavnt er, hvussu arbeiðsloysið rakar landafrøðiliga. Arbeiðsloysið er lægst í Norðoyggjum, Eysturoy og Norðurstreymoy við 0,5 og 0,6 prosent í Vágum. Í Suðurstreymoy er arbeiðsloysi 1,1, í Sandoy 1,2 og í Suðuroy 1,8 prosent.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder